Tryggari vegir. Alt árið.
Vegamerking, kavarudding, feiing og asfaltarbeiði til kommunur, vinnu og privat kring Føroyar.
Ein veitari. Fýra serøki.
Føroyska veðrið og dagliga ferðslan seta stór krøv til vegir, tunlar, parkeringsøki og aðrar farleiðir. VLH hjálpir við teimum uppgávum, sum skulu til fyri at halda økini trygg, rein og framkomulig.
Vit arbeiða við vegamerking, kavarudding, feiing og asfaltarbeiði fyri kommunur, stovnar, fyritøkur og privatkundar kring Føroyar.
Sí allar tænasturTað, vit gera.
Fýra tænastur, sum saman hjálpa við at halda vegir og ferðsluøki í góðum standi gjøgnum alt árið.
Strikivaktin
Vegamerking, parkeringsbásar, sermerking og trygdarmerking.
Kavavaktin
Kavarudding, salting, hálkuforðan og vetrartænastur.
Feiivaktin
Feiing og reinsan av vegum, tunlum og parkeringsøkjum.
Asfaltvaktin
Holbøting, rivur, asfaltarbeiði og viðlíkahald.
Nýggjasta frá VLH.
Pauli Trond Petersen settur sum stjóri í VLH
Pauli Trond Petersen er settur sum stjóri í VLH. Við drúgvum royndum innan leiðslu og sølu skal hann vera við…
Les meira
Várið er komið – og Feiivaktin fer í gongd
Várið er komið, og Feiivaktin hjá VLH er farin í gongd. Vit hjálpa fyritøkum, kommunum og øðrum við at fáa…
Les meira
Góðska, sum sæst í úrslitinum.
Við drúgvum royndum og røttu útgerðini loysa vit bæði smærri og størri uppgávur. Vit leggja dent á neyvleika, haldføri og eina loysn, sum hóskar til økið.
Tað kann vera ein nýggj vegmerking, reinsan av einum parkeringsøki, ein riva ella hol í asfaltinum ella ein farleið, sum skal haldast opin í vetrarveðri.
Sí munin.
Drag í myndirnar og sí nøkur dømi um arbeiði, sum VLH hevur gjørt.
Hevur tú eina uppgávu?
Set teg í samband við VLH og greið okkum stutt frá uppgávuni. Vit hjálpa tær at finna eina loysn, sum hóskar til tørvin.
