+298 577000
Skip to content
Vegarbeiði í Føroyum hjá VLH

Tænastur til alt vegakervið.

VLH veitir professionelt vegarbeiði í Føroyum – frá vegamerking og asfalti til feiing og kavarudding. Vit savna tænasturnar hjá einum veitara.

Ein veitari

Ein heildarloysn til vegakervið.

Eftir fleiri ár í vinnuni hava vit valt at savna okkara tænastur undir eitt navn – Veglíkahald. Hetta ger tað lættari hjá kundum at fáa eina samlaða loysn til arbeiði og viðlíkahald á føroyska vegakervinum.

VLH er bygt upp av fýra sergreinum, sum hvør hevur sín týðandi leiklut í at tryggja góðar, tryggar og væl viðlíkahildnar vegir. Vit arbeiða við Strikivaktini, Kavavaktini, Feiivaktini og Asfaltvaktini og kunnu tí loysa nógv ymisk arbeiði alt árið.

Vit loysa uppgávur fyri kommunur, fyritøkur og privatkundar kring Føroyar. Arbeiðið kann vera alt frá smærri ábótum og regluligum viðlíkahaldi til størri uppgávur innan vegamerking, asfalt, reinsan, salting og kavarudding. Við røttu útgerðini og royndum starvsfólkum leggja vit dent á, at arbeiðið verður gjørt trygt, effektivt og við góðari góðsku.

Áðrenn og eftir

Sí munin.

Drag handtakið á myndunum og sí sjálvur munin áðrenn og eftir arbeiðið hjá VLH.

Áðrenn Aftaná
Áðrenn Aftaná
Áðrenn Aftaná

Ein samstarvsfelagi.
Alt árið.

Við okkara tænastum fært tú alt savnað hjá einum veitara – eina trygga og effektiva loysn til viðlíkahald av vegakervinum. Tað ger tað einfaldari at samskipa bæði einstakar uppgávur og afturvendandi arbeiði.

Fýra sergreinar

Serkunnleiki innan vegamerking, vetrarviðlíkahald, reinsan og asfalt.

Ein veitari

Ein einfaldari loysn og eitt stað at venda sær til, tá vegakervið skal røkjast.

Alt árið

Tænastur til ymiskar árstíðir og tørvir – frá summari til vetur.