Eftir ein langan vetur savnast nógv sandur, grús, mold og annað á vegum, parkeringsøkjum og uttanum bygningar. Nú várið er komið, er tí rætta løtan at fáa økini reinsað og klár til summarið.
Feiivaktin hjá VLH tekur sær av professionellari feiing av vegum, parkeringsplássum, vinnuøkjum og øðrum uttanduraøkjum.
Reglulig feiing ger ikki bara økið reinari og snøggari. Hon kann eisini vera við til at verja asfalt og onnur slitløg, minka um óynsktan vøkstur og lækka framtíðar viðlíkahaldskostnaðin.
Vit leggja dent á eina effektiva og álítandi tænastu, soleiðis at økið verður væl frágingið við minst møguligum órógvi.
Hevur tín fyritøka, kommuna ella felag tørv á feiing? Set teg í samband við okkum, so finna vit eina loysn, sum hóskar til tykkara tørv.

