VLH hevur sett Paula Trond Petersen sum stjóra í felagnum. Pauli kemur serliga at hava ábyrgd av víðari menning av VLH og at styrkja felagið og tænasturnar komandi árini.
Pauli hevur drúgvar royndir innan leiðslu og sølu, og við sínum royndum og førleikum kemur hann at hava ein týðandi leiklut í framhaldandi menningini av felagnum.
„Eg eri sera spentur upp á at gerast ein týðandi partur av VLH. Felagið hevur seinastu árini ment seg nógv og hevur verið ein sterkur viðleikari hjá bæði kommunum og privatum fyritøkum. Eg síggi nógvar spennandi møguleikar fyri framman og gleði meg til, saman við starvsfólkunum, at byggja víðari á tað góða arbeiðið, sum longu er gjørt,“ sigur Pauli Trond Petersen.
Hjá VLH fegnast vit um at fáa ein stjóra við drúgvum royndum innan leiðslu, sølu og menning. Setanin er ein týðandi liður í ætlanini um at styrkja felagið og tryggja, at VLH framhaldandi skal vera ein førandi veitari innan okkara kjarnuvirksemi.
Samstundis gevur nýggja leiðslan okkum møguleika at leggja enn størri dent á menning, góðsku og tænastu, soleiðis at vit framhaldandi kunnu vera ein álítandi samstarvsfelagi hjá kommunum, almennum stovnum og privatum fyritøkum kring landið.