Tænastur til alt vegakervið.
VLH veitir professionelt vegarbeiði í Føroyum – frá vegamerking og asfalti til feiing og kavarudding. Vit savna tænasturnar hjá einum veitara.
Ein heildarloysn til vegakervið.
Eftir fleiri ár í vinnuni hava vit valt at savna okkara tænastur undir eitt navn – Veglíkahald. Hetta ger tað lættari hjá kundum at fáa eina samlaða loysn til arbeiði og viðlíkahald á føroyska vegakervinum.
VLH er bygt upp av fýra sergreinum, sum hvør hevur sín týðandi leiklut í at tryggja góðar, tryggar og væl viðlíkahildnar vegir. Vit arbeiða við Strikivaktini, Kavavaktini, Feiivaktini og Asfaltvaktini og kunnu tí loysa nógv ymisk arbeiði alt árið.
Vit loysa uppgávur fyri kommunur, fyritøkur og privatkundar kring Føroyar. Arbeiðið kann vera alt frá smærri ábótum og regluligum viðlíkahaldi til størri uppgávur innan vegamerking, asfalt, reinsan, salting og kavarudding. Við røttu útgerðini og royndum starvsfólkum leggja vit dent á, at arbeiðið verður gjørt trygt, effektivt og við góðari góðsku.
Okkara tænastur
Vel eitt arbeiðsøki fyri at lesa meira um, hvussu VLH kann hjálpa tær.
Strikivaktin
Vegamerking, parkeringsbásar og onnur trygdarmerking til vegir og øki.
Kavavaktin
Kavarudding, salting og hálkuforðan á vegum og øðrum økjum.
Feiivaktin
Feiibilstænasta og reinsan av vegum, gongubreytum og parkeringsøkjum.
Asfaltvaktin
Viðlíkahald, bøting og asfaltering av vegum og øðrum asfaltøkjum.
Sí munin.
Drag handtakið á myndunum og sí sjálvur munin áðrenn og eftir arbeiðið hjá VLH.
Ein samstarvsfelagi.
Alt árið.
Við okkara tænastum fært tú alt savnað hjá einum veitara – eina trygga og effektiva loysn til viðlíkahald av vegakervinum. Tað ger tað einfaldari at samskipa bæði einstakar uppgávur og afturvendandi arbeiði.
Serkunnleiki innan vegamerking, vetrarviðlíkahald, reinsan og asfalt.
Ein einfaldari loysn og eitt stað at venda sær til, tá vegakervið skal røkjast.
Tænastur til ymiskar árstíðir og tørvir – frá summari til vetur.