Vit eru VLH.
Vit arbeiða fyri einum tryggari og betri vegakervi í Føroyum – alt árið.
Eitt trygt vegakervi ger mun.
Eitt trygt vegakervi er ferðslufremjandi. VLH tryggjar, at vegir, tunlar, parkeringsøki og onnur ferðsluøki verða hildin í best møguligum standi.
Vit kenna føroysku veðurviðurskiftini og tær avbjóðingar, sum tey bera við sær. Tí hava vit ment eina loysn, har vegamerking, asfaltarbeiði, reinsan og kavarudding kunnu handfarast av einum og sama veitara.
Vit eru errin av tí, vit gera. Eitt væl gjørt arbeiði skal ikki bara síggjast – tað skal eisini merkjast í einum tryggari, reinari og betur hildnum vegakervi.
Frá Kavavaktini til VLH.
Virksemið er vaksið stig fyri stig. Tað byrjaði við kavarudding, síðani kom vegamerking, og í dag fevnir VLH um fleiri av teimum uppgávum, sum krevjast fyri at halda vegir og ferðsluøki trygg og væl røkt.
Kavavaktin
Kavavaktin varð sett á stovn í 2019. Málið var greitt: at veita eina dygdargóða tænastu innan kavarudding, hálkuforðan og salting í Føroyum.
Virksemið byrjaði við einum Nissan Navara við kavaplógv og saltspreiðara. Eftir fá ár vaks tørvurin, og fleiri bilar og maskinur vórðu lagdar afturat.
Í dag hevur Kavavaktin útgerð til bæði størri øki og smærri farleiðir og hevur bygt upp eina fasta kundaskara innan vetrartænastur.
Strikivaktin
Strikivaktin varð sett á stovn í 2020 við einum greiðum máli um at veita dygdargóða, haldføra og trygga vegamerking í Føroyum.
Vegamerking fevnir bæði um regluligt viðlíkahald og nýgerð av vegum, parkeringsøkjum, tunlum og øðrum ferðsluøkjum.
Við hesum gjørdist vegamerking ein týðandi partur av samlaða virkseminum.
VLH
Virksemið vaks víðari við íløgu í feiibil og fleiri uppgávum innan reinsan, asfaltviðlíkahald og umvæling av holum.
Alt virksemið er nú savnað undir navninum VLH.
Í dag fevnir virksemið um vegamerking, kavarudding, feiing, asfaltarbeiði og aðrar praktiskar uppgávur kring vegir og útiøki.
Saman hava vit drúgvar royndir innan alskyns vegarbeiði.
Fólkini aftanfyri VLH.
Vit eru eitt arbeiðssamt toymi við royndum innan ymiskar partar av vegarbeiði og viðlíkahaldi.
Pauli Trond Petersen
VLH
Skalt tú hava hjálp til vegakervið?
Set teg í samband við VLH, um tú hevur eina uppgávu innan vegamerking, kavarudding, feiing, asfaltarbeiði ella annað viðlíkahald.